Tú kanst bíleggja eina tíð við at útfylla upplýsingar á niðanfyristandandi slóð.
Hevur tú fyrispurningar kanst tú ringja ella skriva til okkum. Telefon avgreiðsla er frá kl. 10 – 12.
artharmonia@artharmonia.fo
+298 50 30 65
Fá eitt yvirlit av vanligastu viðgerðunum, ið verða gjørdar á læknastovuni
LES UM VIÐGERÐIRARTHARMONIA er serlæknaklinikk í kirururgi og plastikkirurgi. Her verða framdar smærri og størri skurðviðgerðir, alt eftir tørvinum hjá tí einstaka sjúklinginum.
Sjúklingar verða ávístir til kanning og viðgerð av kommunulæknunum og virksemið er samskipað undir Heilsutrygd. Eisini kann sjúklingurin venda sær beinleiðis til okkara viðvíkjandi plastiska skurðviðgerð, men í slíkum førum má sjúklingurin sjálvur gjalda fyri viðgerðina.
Endamálið við heimasíðuni er at upplýsa um, hvussu farast skal fram, um ein ynskir eina plastiska skurðviðgerð. Her ber til at finna upplýsingar um fyrimunir, framferðarhættir, váðar og trupulleikar, ið kunnu standast av plastiskum skurðviðgerðum.
Eisini er ætlanin, at sjúklingurin her skal fáa hjálp til at taka støðu, tá ið hann skal meta um, um hann hevur tørv á plastiskari skurðviðgerð.
Orsakirnar til at einstaklingur tekur avgerð um at fáa eina lýtis- og/ella eina fríðkanarskurðviðgerð kunnu vera nógvar, alt frá onkrum smávegis, ið ampar útsjóndina, til størri lýti, ið skemma útsjóndina rættiliga nógv. Hvaðan lýtið stavar kann eisini vera ymiskt, alt frá viðføddum breki til avleiðingar av óhappi ella sjúku.
Tað, sum er felags, er, at lýtið býður einum ímóti og hevur ávirkan á sjálvsálit og sjálvsmynd.