Um oyrnaskurðviðgerðir

Tá ið ytru oyru verða skurðviðgjørd, er tað sum oftast fyri at fáa útstandandi (útrend) oyru inn at høvdinum ella fyri at minka um stór oyru. Á frøðimáli eitur ein slík skurðviðgerð „otoplasti“. Í flestum førum eru tað børn og ung fólk í aldrinum 6-15 ár, ið fáa slíka skurðviðgerð.

 

Tað er altíð best at skurðviðgera oyru so tíðliga sum møguligt. Hevur tú ætlanir um eina oyrnaskurðviðgerð fyri teg sjálva(n) ella barn títt, áttu spurningarnir og svarini niðanfyri at kunna hjálpt tær at taka fyrsta stigið. Listin kann ikki svara øllum til fulnar, eftirsum bæði umstøður og lívfrøðiligar fortreytir hjá einstaklinginum kunnu vera sera ymiskar.

 

Sí áðrenn- og eftir myndir av oyrnaskurðviðgerðum á Cosmedia.dk – myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

Spurningar og svar

Er nakar vansi í sambandi við eina oyrnaskurðviðgerð?

Tað eru sjáldan nakrir trupulleikar við eini oyrnaskurðviðgerð, og um trupulleikar taka seg upp, so eru teir ofta sera smáir. Tó eru ávísir vandar, sum fylgja við øllum skurðviðgerðum, sum t.d. bløðing og bruni, men tað er sjáldsamt. Í undantaksførum kunnu trupulleikar taka seg upp í sambandi við oyrnaskurðviðgerðir, sum t.d. at kroppurin stoytir innaru penturnar frá sær.

Hvat skal eg hava í huga innan eina oyrnaskurðviðgerð?

Av teirri orsøk at tað oftast eru oyru á børnum, ið verða skurðviðgjørd, so er týdningarmikið, at foreldrini royna at fáa greiðu á, um útsjóndin á oyrunum hevur nøkur verulig sálarlig árin á barnið. Ikki er endiliga neyðugt at fáa barnið undir skurð, um tað er púra nøgt við útsjónd sína. Tey børn, sum ikki eru nøgd við útsjónd sína, eru meiri opin fyri skurðviðgerð og verða sum oftast nøgdari við úrslitið. Í fyrsta viðtali má skurðlæknin meta um, hvussu umfatandi skurðviðgerðin verður og veita tær leiðbeining um fyrireikingar og greiða frá, hvussu skurðviðgerðin fer fram.

Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Í sambandi við eina oyrnaskurðviðgerð er ikki neyðugt at fara í narkosu, sjálvt um narkosa ofta verður nýtt til smábørn og størri børn. Verða unglingar og vaksin skurðviðgjørd, verða hesar skurðviðgerðir yvirhøvur gjørdar við staðdoyving. Í skurðviðgerðini opar skurðlæknin aftan fyri oyrað, so tað slepst til bróskið. Bróskið verður síðan formað og ført nærri at høvdinum ella verður ein partur av tí skorin burtur. Tá ið hetta er gjørt, verður skurðurin seymaður saman. Eftir skurðviðgerðina verður eitt arr aftan fyri oyrað, men tað er lítið sjónligt og við tíðini verður tað valla yvirhøvur at hóma.

Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

Ein oyrnaskurðviðgerð tekur vanliga millum ein og ein hálvan til tveir og ein hálvan tíma, men meiri umfatandi skurðviðgerðir kunnu taka longri tíð.

Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Fullvaksin og unglingar, sum skulu hava eina oyrnaskurðviðgerð, kunnu sum heild vera á fótum nakrar tímar eftir skurðviðgerðina. Børn, sum verða skurðviðgjørd í narkosu, skulu sum heild hava tveir til tríggjar tímar við tilsjón í viðrakning, til virknaðurin av narkosuni er horvin.

 

Eftir skurðviðgerðina verður bundið um høvdið fyri at styðja nýggja skapið á oyrunum og eisini fyri at skunda undir lekingina. Tað er hugsandi, at ein hevur pínu eftir skurðviðgerðina, og tí kann vera neyðugt at taka pínustillandi heilivág. Tá ið nakrir dagar eru farnir, verður bindið tikið av og bundið verður lættari um í staðin. Ikki er óvanligt at nýta ítróttabind til at verja og styðja oyruni, meðan sárið grør aftur. Týdningarmikið er at fylgja leiðbeining skurðlæknans um, hvussu bundið verður um aftan á skurðviðgerðina, serstakliga um náttina. Sum heild verða pentur nýttar, sum loysast upp og hvørva eftir fýra til seks vikum. Til at vissa sær, at skurðurin fær frið at grógva saman, er týdningarmikið ikki at taka lut í harðligum spæli ella ítrótti, har sum vandi er fyri at skala oyruni.

 

Tey flestu vaksnu kunnu venda aftur til arbeiðis eftir fáum døgum, og børn kunnu fara í skúla eftir einari viku. Ein má tó fara varliga fram í øllum spæli og ítrótti. Gott er eisini at fáa læraran til at fylgja við barninum fyrstu vikurnar eftir, at tað fer í skúla aftur.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Tey flestu, sum velja at fáa eina oyrnaskurðviðgerð, eru nøgd við úrslitið. Her er tó neyðugt at leggja dent á, at endamálið við skurðviðgerðini er at bøta um útsjóndina, og ein kann ikki vænta undurverk ella fullkomileika. Ofta fæst t.d. ikki tað úrslit, at bæði høgra og vinstra oyra koma at sita beint ájavnt hvørt annað. Um vónirnar eru í samsvari við tað upprunaliga endamálið eftir viðtaluna við plastiska skurðlæknan, eru útlitini góð til, at bæði foreldur og barn verða nøgd við úrslitið.