Um húðbroytingar

Ofta fata fólk húðbroytingar, sum t.d. móðurmerki, finnur, húðarlepar, tiptar fitikertlar, fitiknútar og knubbar av ymsum slagi, sum lýti. Slíkir blettir kunnu eisini vera til ampa, alt eftir hvar teir eru á kroppinum og um teir verða fyri gnaddi.

 

Í ávísum førum kunnu tó móðurmerki og húðbroytingar vera av elvd av krabbameini og tí ikki heilt vandaleys. Um ein hevur illgruna um slíkt, er best at lata lækna hyggja at blettinum og meta um, um rætt er at taka hann burtur. Vilt tú fegin hava onkra av omannevndu húðbroytingum tikna burtur, er best at gjøgnumganga listan niðanfyri, áðrenn biðið verður um tíð. Listin kann hjálpa tær at fáa greiðu á tíðini, sum skurðviðgerðin tekur, váðum, sum kunnu vera, og yvirhøvur um ráðiligt er við eini skurðviðgerð.

Spurningar og svar

Hvat er ein húðarlepi?

Ein húðarlepi er ein góðkynjað broyting á útsíðuni (í rovuni) á húðini. Ofta er henda broyting at finna undir hondini, á hálsinum ella í lærkreppingini, men hon kann koma fyri hvar sum helst. Hetta eru oftast lítlir húðardoddar, sum stundum standa djúpt í húðini, men teir kunnu tó í einstøkum førum gerast rættiliga stórir. Slíkar broytingar eru vanligastar í miðjum árum. Sum oftast hava tær lítlan ampa við sær uttan tað, at tær lýta ella kunnu verða gnaddaðar av klæðunum ella av prýðislutum.

Hvat er ein tiptur fitikertil?

Sjálvt um opið í einum fitikertli verður tipt, heldur kertilin fram at framleiða fiti, og tískil bólgnar hann upp. Hetta kann henda allastaðni á likaminum. Ofta myndast ein rundur toppur, sum kann vera ymiskur í stødd, alt frá nøkrum mm upp í nakrar cm. Ofta er lætt at kroysta út hesa seigu hvítu fitina, sum stundum luktar illa.

 

Um bruni kemur í kertilin, verður tað reytt og eymt rundanum og enntá kann tað koma vágur úr. Hesar broytingar í húðini eru góðkynjaðar og broytast ikki til krabbamein. Tær kunnu tó vera til plágu fyri útsjóndina og hava við sær, at bruni og ampi vitjar aftur og aftur.

Hvat er ein blettur á rovuni (elliblettur)?

Sonevndir elliblettir eru tann vanligasta húðbroytingin. Hóast orsøkin til, hví teir myndast, er ókend, sýnast teir at myndast hjá eldri fólki á støðum, sum hava verið fyri nógvari sól. Ofta myndast nakrir blettir samstundis, serliga í andliti og á hálsi. Blettirnir eru sum oftast brúnir ella ljósabrúnir á liti og hava týðiligan jaðara. Vondin á teimum er ymisk, og teir kunnu vera skurvutir eins og ein finna, og eisini kunnu teir vera bleytir at nema við.

 

Í einstøkum førum kunnu teir flusna ella kann flata teirra molna, og tað kann enntá bløða úr teimum, serstakliga um teir verða gníggjaðir ella klóraðir. Ikki er óvanligt, at fólk mistaka teir fyri krabbameinsblettir. Elliblettir eru tó ikki krabbaelvdar húðbroytingar, og tað er lætt at taka teir burtur, uttan at arr standa eftir.

Eg havi ein húðarlepa á hálsinum, sum gnaddast av hálsketum. Er lætt at taka ein slíkan húðarlepa burtur?

Tað er lætt og einfalt at taka ein húðarlepa av hesum slag burtur við staðdoyving. Sum heild tekur skurðviðgerðin bert nakrar minuttir. Ofta er ikki neyðugt at seta pentur í, og tí eru arrini lítil og eingi ella sum oftast nøktandi eftir eina slíka skurðviðgerð.

Eg havi eitt móðurmerki í andlitinum. Verður nakað arr eftir, um tað verður skorið burtur?

Allar skurðviðgerðir í húðini lata okkurt slag av arri standa eftir, og arr eru varandi. Skurðviðgerðir verða tó gjørdar eftir teimum natúrligu húðarlegdunum í andlitinum, og tí verða arrini minni sjónlig, sum tíðin líður.

 

Tá ið fólk gera av at fáa eina skurðviðgerð í andlitinum, er best at tosa nágreiniliga við skurðlæknan um møguliga úrslitið. Serstakliga er neyðugt at vera varin við at fáa skurðviðgerð í andlitið, um tú veitst, at tú kanst mynda tjúkkan arrvevnað (t.e. breið og yvirvaksin arr) ella um slíkt bregður í ættina hjá tær. Tað er neyðugt at spyrja um hetta og gjøgnumganga tað, eftirsum tað kann vera trupult at viðgera slíkt, um tað tekur seg upp.

Eg havi eitt bleytt kýli undir húðini, sum eg havi fingið at vita er fitivøkstur. Kemur eitt arr at standa eftir, um eg lati tað taka burtur?

Kýli ella knútar eru sera vanlig. Tey eru ymisk til støddar og kunnu vera á stødd við eina ertur ella enntá sum ein nevi til støddar ella størri. Stundum kann vera tørvur á ultraljóðskanning, áðrenn stórir knútar verða tiknir burtur, serliga um røturnar ganga djúpt í húðini. Oftast kann tó skurðlæknin gera nøktandi greiningar á læknastovuni.

Heilt frá barni hevur mær dámt væl sól og at sóla mær, og eg brendist onkuntíð illa sum barn. Er vandi fyri, at eg fái húðkrabbamein?

Summi sløg av húðkrabbameini eru vanligari hjá einstaklingum, sum hava verið nógv í sól ella hava sólað sær nógv. Um tú verður var(ur) við húðbroytingar, sum tú hevur varhugan av kunnu vera krabbamein, eigur tú beinanvegin at seta teg í samband við lækna, sum kann hjálpa tær at greina blettin. Í slíkum førum eigur tú at fáa onkran at hyggja at bakinum á tær av og á og ikki bíða, um rakt verður við blettir, sum eru við at broytast, men sum ikki síggja út til at hvørva aftur.

Eg havi eitt døkt móðurmerki, sum eg havi havt leingi. Nú tykist tað at vaksa. Skal eg fáa tað tikið burtur?

Nógv okkara hava eina rúgvu av lítlum litbroytingum ella blettum, sum kunnu koma undir heitið móðurmerki. Eitt móðurmerki er ein húðblettur, sum vit hava havt frá føðing, men verður fyri litbroyting, tá ið hann kemur í samband við sól og savnar í seg litevnum. Hesir blettir eru í flestum førum fullkomiliga vandaleysir.

 

Stundum tá ið útsjónd og litur á móðurmerkinum broytist ella tað byrjar at vaksa, kann tað snúgva seg um eina illkynjaða broyting. Í slíkum førum er rætt at fara til lækna fyri at fáa tikið burtur móðurmerkið, sum síðan verður sent til vevnaðarkanning.