Um eygnalok og -posar

Tað at ovaru og niðaru eygnalok verða skurðviðgjørd kallast á frøðimáli „blepharoplasti“. Í eini slíkari skurðviðgerð verða fiti- og húðarposar á hesum støðum tiknir burtur. Í mongum førum kunnu slíkir fiti- og húðarposar bæði tarna sjón og hava tað við sær, at fólk kunnu sýnast eldri og troyttari.

 

Tey, sum kundu hugsað sær at fáa niðaru ella ovaru eygnalok skurðviðgjørd, eiga at gjøgnumganga listan niðanfyri, áðrenn biðið verður um tíð hjá plastiskum skurðlækna. Listin er settur saman eftir vanligastu spurningum, sum fólk hava í sambandi við slíkar skurðviðgerðir, og svarini skuldu hjálpt tær at fáa greiðu á tíðini, sum skurðviðgerðin tekur, hvørjir váðar eru, og at finna fram til, um tú veruliga hevur eina slíka skurðviðgerð fyri neyðini.

 

Sí áðrenn- og eftir myndir av eygnaloks skurðviðgerðum á Cosmedia.dk – myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

 

Spurningar og svar

Er nakar vansi í sambandi við at shurðviðgera eygnalokini?

Trupulleikar í sambandi við at skurðviðgera niðaru og ovaru eygnalok eru sjáldsamir og í flestum førum lítlir, um teir taka seg upp. Tó kunnu allar skurðviðgerðir hava við sær onkran trupulleika sum bløðing og bruna. Tað kemur fyri, at fitikertlar tippast og mynda lítlar hvítar bløðrur eitt ávíst stutt tíðarskeið eftir seymingina. Tú kanst minka um líkindini fyri, at trupulleikar taka seg upp við at fara neyvt eftir leiðbeiningunum hjá skurðlæknanum undan og eftir skurðviðgerðina. Neilig men tó sjáldsom eyðkenni, sum fylgja við slíkari skurðviðgerð, eru, at eygnahvarmurin (jaðarin á eygnalokinum) hovnar og at ein kann hava dupulta sjón í nakrar dagar.

 

Í undantaksførum kann tað henda, at sjúklingurin hevur trupult við at fáa eyguni saman í svøvni. Allar hesar trupulleikar kenna plastiskir skurðlæknar væl og teir hava eisini góðan kunnleika um, hvat kann gerast fyri at bøta um hetta, um tað tekur seg upp.

Hvat skal eg hava í huga, áðrenn eygnalokini skulu skurðviðgerast?

Áðrenn tú fært eygnalokini skurðviðgjørd er týdningarmikið at hugsa væl og virðiliga um, hvat tú væntar tær í sambandi við úrslitið av skurðviðgerðini. Tað hevur týdning, at tú tosar við plastiska skurðlæknan um tað og at tú hevur í huga, at ein slík skurðviðgerð kann bøta um útsjónd tína og harvið sjálvsálit, men hon broytir kortini ikki stórvegis um útsjóndina í síni heild. Eisini kann skurðviðgerðin vera til fyrimunar, um eygnalokini hava órógvandi árin á sjónina.

Hvussu kann eg fyrireika meg til eina skurðviðgerð av eygnalokunum?

Í fyrsta viðtali er gott at geva læknanum tær mest grundleggjandi upplýsingarnar um tína egnu heilsusøgu. Harumframt er best at kunna um ovurviðkvæmi, hvørjar vitaminir og kostískoyti tú tekur, um tú tekur reseptheilivág, um tú roykir o.s.fr. Eisini loysir tað seg at tosa við skurðlæknan um, hvørjar vónir og hvat mál tú heldur teg hava í sambandi við skurðviðgerðina. Tað er gott at hava gjørt upp við sjálvan seg, um einum nýtist at skurðviðgera niðaru ella ovaru eygnalok ella hvørki.

 

Týdningarmikið er at seta skurðlæknanum spurningar, sum snúgva seg um, hvat tú væntar tær av skurðviðgerðini og annars grundar um.

Skal eg í narkosu?

Eygnalok verða oftast skurðviðgjørd við staðdoyving, við ella uttan at geva inn døsingarevni. Í einstøkum førum verður skurðviðgerðin gjørd í narkosu.

Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Plastiski skurðlæknin sker eftir natúrligum legdum í húðini, t.e. húðarlegdum á ovaru eygnalokum og beint niðan fyri eygnahárini á niðaru eygnalokum. Til síðurnar kunnu skurðirnir røkka eitt sindur út um eygnalokini. Í sambandi við henda skurð loysir skurðlæknin húðina frá undirliggjandi vøddum og fiti. Eykafiti og -húð verður tikin burtur, og húðin verður slættað hóskiliga og í summum førum eisini undirliggjandi vøddi. Skurðirnir verða síðan latnir aftur við sera fínum pentum.

Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

At skurðviðgera eygnalokini tekur vanliga ein til tríggjar tímar, alt eftir hvussu umfatandi skurðviðgerðin er. Um tað snýr seg um at skurðviðgera bæði ovaru og niðaru eygnalok samstundis, má ein rokna við, at fyrst verða ovaru eygnalok og síðan niðaru eygnalok skurðviðgjørd.

Hvussu verði eg fyri beint eftir skurðviðgerðina?

Eftir skurðviðgerðina kunnu eygnalok og eygnahvarmar (t.e. jaðarar á eygnalokunum) kennast spentir og eymir. Fyrstu tímarnar eftir at tú ert komin heim er gott at køla eygnalokini við køldum umsløgum, t.d. við gaze ella einum reinum eygnalappa vættum í køldum vatni, og harafturat ber eisini til at balla íspetti inn í ein lappa og leggja á eyguni. Húðin kann gerast bláliga mislitt, og tað er ymist frá einum sjúklingi til annan, men sum heild er hetta í hæddini teir fyrstu tveir til tríggjar dagarnar.

 

Húðin kann vera blálig og hovin á einhvønn hátt heilt upp í tríggjar til fýra vikur. Skurðlæknin má vísa tær, hvussu tú kanst reinsa eyguni, tí tey kunnu vera límkend og kleimin í meir enn eina viku. Fyrstu vikuna eftir skurðviðgerðina kanst tú kenna skriða í eygunum, og hjálpir tað at leggja kalt umslag á eyguni. Penturnar verða tiknar eftir fimm til sjey døgum. Eftir tað er tann ringa kenslan og skriðin væl minni, og tú verður sum heild betur fyri.

Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Tú kanst lesa og hyggja at sjónvarpi eftir tveimum til trimum døgum. Tó er ikki gott at nýta eygnakúpur (linsur) fyrstu vikurnar, og tær fara neyvan at kennast væl fyrr enn nakað seinni. Tey flestu kunnu fara aftur til arbeiðis og út millum fólk eftir einari viku til tíggju dagar. Eftir tað er sum heild í lagi at nýta smyrsl. Í nakrar vikur eftir skurðviðgerðina kunnu eyguni vera viðkvom fyri vindi og sól, og tí er gott at nýta sólbrillur at verja eyguni við eftir tørvi.

 

Fyrstu tvær til tríggjar vikurnar er best at taka sær av løttum og ikki møða ella kýta seg, eitt nú í ítrótti, har eyguni kunna verða fyri harðligari viðferð. Skilagott er ikki at drekka rúsdrekka fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina og sum heild njóta lítið av tí í eftirbatanum.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Tað tekur tíð hjá eygnalokunum at lekjast eftir eina slíka skurðviðgerð, og í fyrstuni kunnu arrini runt um eyguni vera reydlig, men blikna síðan spakuliga næstu vikurnar ella mánaðirnar. Vanliga eru arrini neyvan sjónlig, tá ið alt er yvirstaðið. Nógv tey flestu eru nøgd eftir skurðviðgerðina, og nærum uttan undantak koma fólk at síggja yngri út, og heldur úrslitið frá skurðviðgerðini sær sum heild í nógv ár.