Um búkskurðviðgerðir

Ein búkskurðviðgerð er ein skurðviðgerð, har eykahold og fiti á búkinum verður tikið burtur. Í skurðviðgerðini verða vøddarnir undir búkholdinum ofta eisini strammaðir. Orsakirnar fyri eini búkskurðviðgerð kunnu vera ymiskar, men tær flestu verða gjørdar fyri at taka burtur feitt og leyst hold á búkinum, sum hongur niður og darvar.

 

Niðanfyri eru teir vanligastu spurningarnir, ið hava samband við búkskurðviðgerðir, og skuldu hesir spurningar og svør givið tær góða greiðu á slíkum skurðviðgerðum. Eftirsum umstøðurnar viðvíkjandi slíkum skurðviðgerðum eru sera einstaklingsbundnar og ymiskar, má plastiski skurðlæknin geva tær neyvari upplýsingar um tínar persónligur umstøður og tosa við teg um møguliga úrslitið av skurðviðgerðini.

 

Sí áðrenn- og eftir myndir av skurðviðgerðum av búki, á Cosmedia.dk – myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta

Spurningar og svar

Er nakar vansi í sambandi við eina búkskurðviðgerð?

Ein búkskurðviðgerð er ein skurðviðgerð, sum ofta verður gjørd, og sum vanliga ongar stórvegis trupulleikar hevur við sær. Kortini er best at hava í huga, at við øllum skurðviðgerðum er ein ávísur váði, og í einstøkum førur kunnu trupulleikar taka seg upp, tá ið búkholdið verður skurðviðgjørt.

 

Álvarsligur bruni kann serliga koma fyri hjá roykjarum, einstaklingum, sum stríðast við trupulleikar av ovfiti, men kann eisini taka seg upp hjá sukursjúklingum. Lætt er at minka um líkindini fyri trupulleikum við at fylgja leiðbeiningunum nágreiniliga bæði fyri og eftir skurðviðgerðina.

Hvat skal eg hava í huga innan eina búkskurðviðgerð?

Tað er týdningarmikið at hava í huga, at ein búkskurðviðgerð ikki kann koma í staðin fyri klænking, ei heldur er hon í sjálvum sær ein klænkiskurðviðgerð. Fyri einstaklingar, sum stríðast við ovfiti, er skurðviðgerðin ikki vandaleys. Áðrenn eina møguliga skurðviðgerð skalt tú gjølliga hugsa um tínar vónir og títt endamál við skurðviðgerðini og tosa um hetta við skurðlæknan. Her má ein hava í huga, at skurðviðgerðin í mongum førum kann bøta um útsjóndina og økja um sjálvsálitið, men hugsandi er ikki, at hon fullkomiliga broytir útsjóndina.

 

Um tú ert ov feit(ur), er best at útseta skurðviðgerðina, til tú ert so nær sum møguligt normalvektini. Eisini er rætt at bíða við skurðviðgerðini, um tú miðar ímóti at eiga børn næstu árini. Tað liggur best fyri at skurðviðgera búk á kvinnum og monnum, sum eru hampiliga væl fyri, men sum vilja sleppa av við leysa fiti, sum hongur á búkinum, og sum ikki slepst av við hóast klænking og likamliga venjing.

Hvussu kann eg fyrireika meg til eina búkskurðviðgerð?

Meðan tú fyrireikar teg til skurðviðgerðina, er tað sera týdningarmikið at tosa opið við plastiska skurðlæknan um, hvørjar vónir tú hevur í sambandi við skurðviðgerðina. Tú skalt eitt nú upplýsa hann um ymist, sum hevur týdning fyri skurðviðgerðina, eins og royking og hvønn heilivág og hvørji kostískoyti tú tekur. Skurðlæknin fer eisini at tosa opið um tínar møguleikar og hvørjir váðar kunnu vera við skurðviðgerðini.

 

Áðrenn farið verður undir skurðviðgerðina, fer plastiski skurðlæknin at geva tær upplýsingar um, hvussu best er at fyrireika seg, t.d. gevur hann tær leiðbeiningar um kost, royking og rúsdrekka- og heilivágsnýtslu.

 

Um tú roykir, verður mælt tær til at gevast at roykja í minsta lagi seks vikur fyri skurðviðgerðina og ikki byrja aftur fyrr enn tvær til tríggjar vikur eftir skurðviðgerðina.

 

Harumframt er ikki gott at vera í nógvari sól dagarnar undan skurðviðgerðini og heldur ikki er ráðiligt at fara at klænka seg ógvisliga stutt undan skurðviðgerðini, tí tað kann hava ávirkan á møguleikar tínar at koma skjótt og væl fyri teg.

 

Sum partur av fyrireikingini eigur tú eftir skurðviðgerðina at fáa onkran at koma eftir tær, sum kann fylgja tær heim. Best er hava hjálp heima við hús í nakrar dagar eftir skurðviðgerðina. Tað er neyðugt at fáa til vegar eitt serstakt magabelti, sum plastiski skurðlæknin fer at siga tær nærri frá.

Skal eg í narkosu?

Ein búkskurðviðgerð fer fram í narkosu. Narkosan verður framd av narkosulækna, og hevur hann tilsjón við tær undir skurðviðgerðini og meðan tú ert við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina.

Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Í allarflestum førum sker skurðlæknin ein heldur langan skurð frá mjadnarbeininum øðrumegin í eina linju, sum liggur beint oman fyri kynshárini, og yvir til mjadnarbeinið hinumegin. Harafturat verður gjørdur ein annar skurður runt um nalvan, so hann verður loystur frá. Síðan loysir skurðlæknin holdið frá búkvegginum allan vegin upp til rivjabeinini og niður ímóti búkvøddunum. Hesir vøddar verða síðan strammaðir eitt sindur, um tað er neyðugt, og síðan seymaðir saman. Hesin partur av skurðviðgerðini ger búkin til endans flatari og minkar um miðjumálið. Harnæst verður eykahúð og feitt tikið burtur, og húðin verður aftur strammað niður at skurðinum. Nýtt hol verður gjørt í húðina til op fyri nalvanum, og verður hann settur á rætta plássið aftur, eftir at eykahúðin er tikin burtur. At enda verða skurðirnir seymaðir saman, og bundið verður um sárið. Í minni skurðviðgerðum verður bert húð og feitt niðan fyri nalvan tikið burtur. Tá verður skurðurin yvirhøvur minni, og eingin skurður verður rundan um nalvan.

Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

Tað kann vera sera ymiskt, hvussu umfatandi búkskurðviðgerðir eru, – tað veldst um einstaklingin, men ein slík skurðviðgerð tekur vanliga tveir og ein hálvan til fýra tímar. Minni skurðviðgerðir taka ein og ein hálvan til tveir tímar. Eftir skurðviðgerðina verður fylgt við tær í viðrakningini í ein til tríggjar tímar.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við úrslitið av skurðviðgerðini?

Í nakrar dagar eftir skurðviðgerðina er hugsandi, at búkurin á tær verður hovin, og at tú hevur pínu og ringa kenslu. Pínuna er tó fyri tað mesta lætt at halda niðri við heilivági fyri pínu, sum skurðlæknin ávísir. Skurðlæknin fer at geva tær ráð viðvíkjandi vanligu dagligu røktini, eitt nú hvussu er við brúsubaði og vaski, meðan bind eru um sárini, og eisini viðvíkjandi eftirkanning og skifting av umvavi.

 

Tað er týdningarmikið, at tú byrjar at røra teg eftir førimuni so skjótt, sum tú megnar. Ofta er ikki heilt lætt at ganga heilt upprættur/upprøtt fyrstu dagarnar. Sum heild verður skurðurin seymaður aftur við pentum, sum loysast upp, uttan rundan um nalvan. Umvavið verður skift, tá ið tú verður útskrivað(ur), og tað er vanliga ein til tveir dagar eftir skurðviðgerðina. Tú fært tíð til kanning tríggjar til seks dagar eftir útskrivingina, og penturnar við nalvan verða tiknar úr tíggju til tólv dagar eftir skurðviðgerðina. Eftir tað fylgir plastiski skurðlæknin við tær í eina tíð.

Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Eftir eina so umfatandi skurðviðgerð sum eina búkskurðviðgerð kann tað taka vikur og enntá mánaðir at koma heilt fyri seg. Hevur tú góða heilsu og ert harumframt likamliga væl fyri undan skurðviðgerðini og hevur sterkar búkvøddar, fer tað at skunda munandi undir batan. Vanliga fara fólk í fyrsta lagi aftur til arbeiðis eftir fýra vikum.

 

Ávísar venjingar kunnu hjálpa tær at koma skjótari fyri teg. Framman vera sárini sjónlig og hovin í fimm til seks vikur. Eftir tað verða sárini óbroytt í nakrar mánaðir og kunnu møguliga breiðkast. Eftir nøkrum mánaðum blikna arrini, men hvørva ongantíð heilt.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Úrslitið av eini búkskurðviðgerð er oftast gott, serstakliga og fyrst og fremst um tú hevur linar búkvøddar og nógva eykahúð og fiti. Um tú fylgir leiðbeiningunum frá plastiska skurðlæknanum viðvíkjandi venjingum og kosti er hugsandi, at úrslitið fer at halda sær leingi. Um vónir tínar um skurðviðgerðina eru realistiskar, og tú metir, og at tú kanst lata tær lynda, at tú fært eitt varandi arr eftir skurðin, eru góð líkindi fyri, at tú verður nøgd(ur) við úrslitið.