Um bróstaøking

Bróstaøking er ein skurðviðgerð, sum verður gjørd fyri at vaksa um og broyta skapið á bróstunum. Orsakirnar til at kvinnur vilja hava størri bróst kunnu vera nógvar. Eitt nú kunnu bróstini minka, tá ið kvinna hevur gingið við børnum og hevur havt barn á brósti, og tískil eru bróstini vorðin minni, enn tey vóru frammanundan.

 

Bróst kunnu eisini hava ymiska stødd, og eisini kunnu bróstini vera ov lítil. „Ov lítil“ í hesum høpi er tó sera relativ og einstaklingsbundin allýsing. Um tú hugsar um eina bróstaøking, eiga niðannevndu spurningar og svør at hjálpa tær at meta um, um tú hevur tørv á eini slíkari skurðviðgerð. Um tú kemur til ta niðurstøðu, at bróstaøking hevði hóskað til tín, er rætt at biðja um tíð til viðtalu hjá plastiskum skurðlækna. Listin við spurningum og svar er settur saman av vanligastu spurningunum, sum fólk hava í sambandi við bróstaøking, og við at lesa svarini, kanst tú kunna teg við, hvussu langa tíð øll gongdin tekur, teir váðar, ið eru, og um útsjónd tín í royndum hevur eina skurðviðgerð fyri neyðini.

 

Sí áðrenn- og eftir myndir av bróstaøking á Cosmedia.dk – myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

Spurningar og svar

Er nakar vansi í sambandi við eina bróstaøking?

Bróstaøking er ein rímiliga einføld og trygg skurðviðgerð. Men í sambandi við hesa skurðviðgerð eins og aðrar skurðviðgerðir sum heild er ein ávísur vandi, og trupulleikar kunnu taka seg upp. Flestar kvinnur, sum fáa eina bróstaøking, fáa als ikki nakrar trupulleikar og ei heldur standast nakrir trupulleikar aftan á skurðviðgerðina. Men vegna áralanga umrøðu av vandamálum og rættarmálum knýttum at bróstpútum er rætt at ganga gjølliga ígjøgnum allar vandatættir, ið hava samband við bróstaøking. Tískil eiga teir einstaklingar, sum kundu hugsað sær eina slíka skurðviðgerð, at ganga gjølliga ígjøgnum allar møguligar trupulleikar og tosa um teir við plastiska skurðlæknan.

 

1. Vanligasti trupulleikin, sum kann taka seg upp í sambandi við eina bróstaøking er, at hylkið, sum kroppurin ger uttan um pútuna, krympar (capsular contracture) soleiðis, at púturnar kennast harðar. Lætt er at gera nakað við henda trupulleika á onkran hátt, t.d. við at skifta út ella flyta púturnar, og í sjáldsomum førum kann verða neyðugt at taka bróstpúturnar burtur.

 

2. Eins og í sambandi við nógvar skurðviðgerðir kann bløðing hava trota og pínu við sær. Um bløðingin heldur fram eftir skurðviðgerðina, kann tað gerast neyðugt at opna skurðin aftur til at fáa blóðið at seta burtur ella til at steðga bløðingini.

 

3. Ein lítil partur av kvinnum fær bruna innvortis í vevnaðin rundan um bróstpútuna. Tær fáu ferðirnar, tað hendir, er vanligast, at ein slíkur trupulleiki tekur seg upp innan eina viku eftir skurðviðgerðina. Um bruni tekur seg upp, er neyðugt at taka bróstpútuna burtur í nakrar mánaðir og vinna á ígerðini við heilivági. Eftir tað kann setast nýggj bróstpúta inn.

 

4. Nakrar kvinnur hava merkt broytingar eins og økt viðkvæmi og kenslusemi í bróstvørtunum, ella vørturnar hava kenst doyvdar, og í ringasta føri er kennisemið horvið. Eisini kann húðin á lítlum økjum kring skurðin kennast doyvd. Sum heild hvørva slík eyðkenni við tíðini, men í undantaksførum kann tað henda, at tey gerast varandi.

 

5. Ongastaðni hevur verið víst á, at bróstpútur hava havt árin á fruktbærið, viðgongutíðina ella møguleikan hjá kvinnum at hava barn á brósti. Hevur tú tó havt barn á brósti minni enn eitt ár undan bróstaøkingini, kann mjólk seta til nakrar dagar eftir skurðviðgerðina. Slíkt kann sum vera man vera til ampa og má viðgerast við heilivági.

 

6. Í einstøkum førum kann hol koma á pútuna, sum sostatt kann fara at leka. Slíkt kann henda eftir ein løst ella ein skaða á bringuna. Við tað kann pútan skrædna og fara at leka. Snýr tað seg um saltvatnsfylling, lekur vatnið út í likamið eftir nøkrum tímum og loysist har upp uttan at tað ger nakran skaða. Góðskan á pútunum er nú munandi betur, tí ístaðin fyri flótandi gel verður brúkt silikonegel í fastum formi, og sum sostatt ikki rennur út í samband við møguligan leka.

Hvat skal eg hava í huga innan eina bróstaøking?

Bróstaøking kann bøta um útsjónd tína og sjálvsálit, men kann ikki nøkta tínar vónir um hina fullkomnu útsjóndina.

 

Áðrenn tú tekur avgerð um at fáa eina bróstaøking, skalt tú hugsa gjølliga um tær vónir, sum tú hevur í sambandi við tína útsjónd eftir skurðviðgerðina og tosa nágreiniliga við skurðlæknan um tær. Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at sjálvt um ein bróstaøking kann bøta um útsjónd tína og vælveru tína, so fært tú ikki fullkomin bróst. Tí er týdningarmikið at hava realistiskar hugsanir um úrslitið.

Hvørjar bróstpútur eru bestar at nýta?

Tær bróstpútur, sum verða nýttar til bróstaøking, eru hylki, sum annaðhvørt eru fylt við silikongeli ella saltvatni. Tað er vanligari at nýta silikonpútur enn saltvatnspútur, og tað er av teirri orsøk, at silikonpútur laga seg betur eftir bróstinum. Fyri at fáa pláss fyri pútuni undir bróstinum kann skurðlæknin vaksa um bróstini við eini skálstødd ella meiri.

 

Í farnum áratíggjum er silikonpútan vorðin neyvt granskað, og næstan øll ósemja um ótryggleikan viðvíkjandi hesi pútu hevur verið greidd. Men eins og tað framgongur omanfyri, er tó ikki lætt at útiloka, at trupulleikar kunnu taka seg upp.

Hvussu kann eg fyrireika meg til eina bróstaøking?

Í fyrsta viðtali fer plastiski skurðlæknin at meta um fortreytir tínar fyri at fáa eina skurðviðgerð og alment um heilsu tína við atliti at eini bróstaøking. Tað er týdningarmikið at tosa opið og ærliga við skurðlæknan um orsakir og vónir tínar.

 

Eisini mást tú fyrireika teg til møguleikar og váðar í sambandi við skurðviðgerðina. Serstakliga er tað týdningarmikið at lata læknan vita, um tað eru arviligar sjúkur í bróstunum í ætt tíni, um tú roykir og hvørjar vitaminir og kostískoyti tú tekur o.s.fr.

 

Er sjúklingurin eldri enn 35 ár verður mælt til mammografikanning innan skurðviðgerðina.

Skal eg í narkosu?

Ein bróstaøking fer altíð fram í narkosu. Narkosan verður framd av narkosulækna, og hann hevur tilsjón við tær undir allari skurðviðgerðini. Eisini meðan tú ert við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina.

Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Áðrenn tú verður løgd undir skurð, skalt tú tosa við plastiska skurðlæknan um sjálva skurðviðgerðina og fullvissa bæði teg sjálva og læknan um, at tú hevur skilt til fulnar tað, sum fer fram. Likamsbygnaður tín er avgerandi fyri, hvussu púturnar verða settar í bróstini.

 

Púturnar verða annaðhvørt settar undir kertilin ella undir bringuvøddan. Oftast verður skurðurin lagdur undir bróstinum, men tó stundum við bróstvørtuna ella undir hondini. Dentur verður lagdur á, at arrið skal vera sum minst sjónligt. Undir skurðviðgerðini sker læknin ein skurð og opar undir bringuvøddanum ella undir bróstkertlinum, har sum silikonpútan skal sita. Um bindivevnaður rundanum krympar, merkist minni til tað undir enn yvir vøddanum. Beint eftir skurðviðgerðina verður tó meiri pína, um pútan verður sett undir vøddan.

Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

Ein bróstaøking tekur sum heild ein og ein hálvan til tveir tímar. Tó kann viðrakningin taka ein til tveir tímar, soleiðis at øll skurðviðgerðin í síni heild við viðrakning tekur um fýra tímar.

Hvussu verði eg fyri beint eftir skurðviðgerðina?

Eftir skurðviðgerðina er hugsandi, at tú verður troytt og verður eym í skurðinum. Slíkir vansar eru tó lættir at halda niðri við pínustillandi heilivági. Flestar kvinnur, sum fáa eina bróstaøking, kunnu tó vera á fótum eftir einum ella tveimum samdøgrum. Eftir skurðviðgerðina verður bundið um bróstini, og verður bindið tikið burtur eftir nøkrum fáum døgum.

 

Fyrstu tvær vikurnar eftir skurðviðgerðina kanst tú kenna sviða í bróstvørtunum, men hann minkar so hvørt sum blái liturin og trotin hvørva og sárini grógva. Tú kanst tó vera hovin í bróstunum í tríggjar til fimm vikur. Vanliga verður skurðurin latin aftur við pentum, sum loysast upp og er tí ikki neyðugt at taka penturnar úr.

 

Við útskriving verður sett plástur á skurðin og umvav verður bundið uttan um bróstini. Umvavið verður ikki skift fyrr enn tríggjar til seks dagar eftir útskriving.

Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Sum heild ber til at fara aftur til arbeiðis eftir trimum vikum eftir skurðviðgerðina, sjálvt um tað veldst nakað um, hvat slag av arbeiði tað er. Tað er týdningarmikið at fylgja leiðbeiningunum hjá skurðlæknanum neyvliga viðvíkjandi likamligari venjing og rørslum.

 

Tað er hugsandi, at bróstini eru rættiliga viðkvom fyrstu tríggjar vikurnar og tola illa, at nomið verður við tey. Eftir tað er sjáldsamt, at bróstini eru eym. Ið hvussu er í seks vikur er skurðurin sjónligur og sárini reyð. Næstu tíðina eru sárini óbroytt og kunnu møguliga breiðkast.

 

Eftir nøkrum mánaðum fara sárini eftir skurðin at blikna, men tey hvørva ongantíð heilt. Rætt er at verja arrini fyri sólarljósi, meðan tey eru reyð.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Fyri flestar kvinnur, sum taka eina grundaða avgerð um at fáa eina bróstaøking, er avgerðin sera nøktandi. Í nógvum førum hevur hon eisini eina stóra broyting við sær í lívinum hjá tí einstaka. Men eins og áður nevnt, er ein bróstaøking ikki heilt vandaleys. Tí er neyðugt at lata plastiska skurðlæknan fylgja regluliga við, so lætt er at finna útav og viðgera, um trupulleiki skuldi tikið seg upp.

 

Avgerð tín um at fáa eina bróstaøking er ein sera persónlig avgerð, og ikki er vist, at øll rundan um teg hava somu fatan av tíni avgerð sum tú. Tað týdningarmesta er, at tú ert nøgd við avgerðina og at hon stendur mát við tað úrslit og tað endamál, sum tú setti tær.

Hvussu er við mammografikanning eftir bróstaøking?

Eftir bróstaøking kann fremjast mammograf, men røntgenmyndirnar eru torførari at avlesa, tá implantatini geva skugga á røntgenmyndunum. Tað er týdningarmikið, at tú ger vart við at tú hevur implantat, so radiografurin tekur hettar til eftirtektar í samband við kanningina.