Um bróstaminkan

Kvinnur við óvanliga stórum og tungum bróstum hava lyndi til at fáa hálsa-, bak- og herðapínu. Kullur kunnu myndast á akslunum undir stroppunum á brósthaldaranum og eisini kunnu hesar kvinnur gerast avtiknar undir bróstunum orsakað av, at húðin alsamt er slavin.

 

Nógvar kvinnur halda eisini, at bróstini eru lutfalsliga stór í samanburði við hædd og vakstrarlag teirra. Í slíkum førum kann bróstaminkan bøta stórliga um lív og vælveru. Tað er ein sannroynd, at kvinnur við óvanliga stórum bróstum, sum fáa eina bróstaminkan, fáa ikki bert hjálp fyri trupulleikar og vansar, men fáa eisini betri fortreytir fyri likamligari venjing, hava lættari at finna klæði, ið passa, og fáa eisini sum heild betri lívsgóðsku.

 

Av øllum skurðviðgerðum er bróstaminkan ein av teimum skurðviðgerðum, sum sjúklingurin er best nøgdur við. Um so er, at tú hevur áhuga fyri at fáa eina bróstaminkan, so skalt tú gjøgnumganga listan við spurningum og svar, áðrenn tú biður um tíð hjá plastiskum skurðlækna. Listin er settur saman av vanligastu spurningum, sum fólk hava í sambandi við bróstaminkan, og við at lesa svarini kanst tú kunna teg við, hvussu langa tíð øll gongdin tekur, váðar, sum kunnu vera, og um tú í veruleikanum hevur eina skurðviðgerð fyri neyðini.

 

Sí áðrenn- og eftir myndir av bróstaminkan á Cosmedia.dk – myndirnar eru ikki av okkara egnu sjúklingum, men vísa eitt dømi um hvat man kann vænta.

Spurningar og svar

Er nakar vansi í sambandi við eina bróstaminkan?

Sjálvt um ein bróstaminkan ikki er ein einføld skurðviðgerð, um borið verður saman við nógvar aðrar skurðviðgerðir, sum plastiskir skurðlæknar gera, so er hon tó sum heild trygg og váðalítil, um hon verður gjørd av einum plastiskum skurðlækna eftir viðurkendum mentum mannagongdum. Vanligastu trupulleikar eru bløðingar, bruni og at kroppurin stoytir penturnar frá sær. Av teirri orsøk, at bróstvørturnar verða fluttar á stelk í skurðviðgerðini, kann koma órógv í blóðrenslið, sum í einstøkum – men tó sjáldsomum – førum kann hava við sær kolubrand í einum parti av ella allari vørtuni. Men við at fyrireika skurðviðgerðina væl og virðiliga og fara í øllum lutum eftir leiðbeiningunum hjá plastiska skurðlæknanum er lætt at minka munandi um líkindini fyri, at slíkt tekur seg upp.

Hvat skal eg hava í huga innan eina bróstaminkan?

Um tú heldur, at ein bróstaminkan hevði verið gagnlig fyri teg, er best, at tú setur teg væl inn í orsakirnar og tosar opið við skurðlæknan um tær. Ofta kann einstaklingurin halda seg hava stóran og grundaðan tørv á eini plastiskari skurðviðgerð, hóast onnur ikki halda tað vera eins eyðsýnt. Tí er týdningarmikið at fyrireika fyrstu viðtaluna væl og hava til reiðar grundgevingar tínar fyri eini skurðviðgerð.

Eisini mást tú gera tær greitt, hvørjar vónir, tú hevur um úrslitið. Í viðtalinum mást tú eisini vera fyrireikað til, at skurðlæknin er opin við teg um møguleikar tínar og hvat tú kanst vænta tær av skurðviðgerðini. Í hesum sambandi er sera týðandi at geva skurðlæknanum rættar upplýsingar um heilsustøðu tína, eins og upplýsingar um arviligar sjúkur, royking, rúsdrekkanýtslu og hvørki kostískoyti tú tekur o.s.fr.

Hvussu kann eg fyrireika meg til eina bróstaminkan?

Áðrenn tú fert undir skurð, fer plastiski skurðlæknin at geva tær leiðbeiningar, sum skulu hjálpa tær at fyrireika teg til skurðviðgerðina. Tað eru leiðbeiningar um mat og drekka, royking og heilivágsnýtslu. Ynskjandi er, at vektin er næst normalvektini, tá ið skurðviðgerðin fer fram. Best er, um sjúklingurin ikki roykir ella í minsta lagi gevst at roykja eitt ávíst tíðarskeið fyri skurðviðgerðina og ikki byrja aftur fyrr enn nakað eftir skurðviðgerðina. Í sambandi við fyrireikingina er rætt at leggja tað so til rættis, at onkur kemur eftir tær, tá ið tú verður útskrivað og eisini at skipa so fyri, at tú hevur hjálp heima við hús teir fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina.

 

Um tú ert yvir 35 ár verður mælt til mammografikanning, soleiðis at vit hava eina røntgen kanning at halda okkum til innan skurðviðgerð.

Skal eg í narkosu?

Skurðviðgerðir at minka um bróstini fara altíð fram í narkosu. Narkosan verður framd av narkosulækna, og hevur hann tilsjón við tær undir skurðviðgerðini og meðan tú ert við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina.

Hvat fer fram undir skurðviðgerðini?

Tá ið bróst verða minkað, verður fiti- og kertilsvevnaður í bróstinum tikin burtur umframt eykahúð. Við at taka burtur henda vevnað og stramma eftirsitandi húðina er møguligt at gera bróstini lættari, minni og tættari. Tað eru ymsar mannagongdir og ymisk tøkni til bróstaminkan. Vanligasta mannagongdin hevur við sær, at arrið situr eftir á ein hátt eins og akker: t.e. allan vegin runt um vørtuna, beint niður frá vørtuni og í legdina undir øllum bróstinum. Í skurðviðgerðini verða vørtan og vørtustøðið minkað og flutt á stelk, sum gevur tí blóðføðslu á nýggjum stað.

Eftir skurðviðgerðina verður sett tape á sárini í uml. eina viku og síðani skift. Í einstøkum førum verður sett dren til frárensl í innara bróstsárið, so at brunavatn og blóð kann seta frá sárinum.

Hvussu langa tíð tekur skurðviðgerðin?

Bróstaminkan tekur vanliga tveir til tríggjar og ein hálvan tíma. Viðrakning tekur ein til tveir tímar, og hava royndir sjúkrarøktarfrøðingar tilsjón við sjúklinginum.

Hvussu verði eg fyri beint eftir skurðviðgerðina?

Eftir viðrakning er hugsandi, at tú hevur pínu í skurðunum og sárunum, men pínustillandi heilivágur verður nýttur til at linna um pínuna. Tað er týdningarmikið, at onkur kemur eftir tær á læknastovuni, tá ið tú hevur fingið eina bróstaminkan.

Dagin eftir verður umvavið tikið burtur og passandi brósthaldari brúktur ístaðin.

Hvussu langa tíð tekur tað at koma heilt fyri seg?

Tað er týdningarmikið at hvíla seg nógv og taka sær av løttum fyrstu vikuna eftir skurðviðgerðina, meðan sárini skulu grógva. Flestar kvinnur, sum fáa eina bróstaminkan, kunnu fara aftur til arbeiðis eftir fýra vikum, men eru tó ikki komnar heilt fyri seg tá.

Fyrstu fýra til fimm vikurnar eftir skurðviðgerðina eigur tú at lata vera við at leggja ov nógv fyri og at lyfta nakað tungt ella gera krevjandi likamliga venjing. Seks vikur eftir skurðviðgerðina eigur tú at vera komin heilt fyri teg og kanst t.d. fara til likamsvenjing, at svimja ella gera aðra krevjandi venjing.

Hvat kann eg vænta mær í sambandi við, at útsjóndin er broytt?

Sum áður nevnt er bróstaminkan sum oftast ein skurðviðgerð, sum sjúklingurin er sera nøgdur við. Bróstaminkan er skurðviðgerð, sum broytir útsjóndina skjótt og gevur einstaklinginum nýggjar møguleikar bæði í sambandi við likamsvenjing og klædnabúna.

Eftir eina slíka skurðviðgerð er hugsandi, at tú hevur tað betri og at tú ert glað um teir nýggju møguleikarnar, sum eru í boði. Her er vert at hava í huga, at bróst sum heild sera sjáldan eru heilt javnstór og samskapað, annaðhvørt tey eru lítil ella stór. Hetta vísir seg eisini í sambandi við eina skurðviðgerð at minka bróstini, og tí er órealistiskt at ganga út frá einum slíkum úrsliti eftir skurðviðgerð.

Plastiskir skurðlæknar kunnu gera tillagingar og í stóran mun bøta um lýti til bata fyri einstaklingin, men kunnu ikki geva fólki eina fullkomna útsjónd.