Bróstalyfting er sum heild trygg og vandalítil, um hon verður gjørd av plastiskum skurðlækna eftir viðurkendum og royndum mannagongdum. Trupulleikar eru tó við hesum skurðviðgerðum eins og við øllum skurðviðgerðum. Vanligastu trupulleikarnir eru bløðing, bruni og at kroppurin stoytir penturnar frá sær. Men við at fyrireika skurðviðgerðina væl og fara neyvt eftir ráðum og leiðbeiningum skurðlæknans er lætt at minka munandi um vandan fyri, at trupulleikar stinga seg upp.
I Um tú heldur, at bróstalyfting hevði verið gagnlig fyri teg, er best, at tú hugsar væl og virðiliga um grundgevingarnar og at tú tosar opið við skurðlæknan um tær. Ofta halda einstaklingar seg hava stóran tørv á eini plastiskari skurðviðgerð, sjálvt um onnur ikki halda tað vera líka eyðsýnt. Tí er týdningarmikið at fyrireika fyrsta viðtal og vísa á grundgevingarnar fyri skurðviðgerðini. Harumframt mást tú gera tær greitt, hvat tú væntar tær av skurðviðgerðini.
Í viðtalinum mást tú vera fyrireikað til, at skurðlæknin eisini er opin við teg um møguleikar tínar og um hvat tú kanst vænta tær eftir skurðviðgerðina. Í hesum sambandi er sera týdningarmikið at geva skurðlæknanum neyvar upplýsingar um heilsustøðu tína.
Undan skurðviðgerðini fer plastiski skurðlæknin at geva tær leiðbeiningar, sum hjálpa tær við at fyrireika teg til skurðviðgerðina. Tað eru leiðbeiningar um mat og drekka, royking, rúsdrekka og heilivág. Ynskiligt er, at kropsvektin er næst normalvektini, tá ið skurðviðgerðin fer fram. Best er, at viðkomandi ikki roykir ella í minsta lagi gevst at roykja eitt ávíst tíðarskeið undan og eftir skurðviðgerðina.
Um tú ert yvir 35 ár verður mælt til mammografikanning, soleiðis at vit hava eina røntgen kanning at halda okkum til innan skurðviðgerð.
Við fyrireikingina er best at leggja tað so til rættis, at onkur avvarðandi kemur eftir tær, tá ið tú verður útskrivað og eisini at skipa so fyri, at tú fært hjálp heima við hús teir fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina.
Í øllum førum fer bróstalyfting fram í narkosu. Narkosan verður framd av narkosulækna, og hevur hann tilsjón við tær undir skurðviðgerðini og meðan tú ert við at rakna við aftur og koma fyri teg fyrstu tímarnar eftir skurðviðgerðina.
Ymisk háttaløg og ymisk tøkni verða nýtt í sambandi við bróstalyftingar, og er framferðarhátturin treytaður av skapi og stødd á bróstunum hjá tí einstaka. Tveir teir vanligastu framferðarhættirnir eru, at annaðhvørt verður arrið sum eitt akker, sum tó fellur natúrliga eftir skapinum á bróstinum, og í hinum førinum verður arrið rundan um vørtustøðið og niðureftir. Hesum slepst ikki undan í sambandi við bróstalyfting og bróstasnøggan. Í báðum førum verður eykahúð tikin burtur, og vørtan verður førd hóskiliga uppeftir og vørtustøðið minkað. Húðin, sum situr eftir, verður strammað, soleiðis at bróstið lyftist, endurskapast og verður fastari. Í summum førum eru bróstini so tóm og visin, at endamálið røkkist ikki, uttan at ein silikonpúta verður sett inn. Verður pútan sett inn samstundis við at bróstini verða lyft og umbøtt, verður hon annaðhvørt sett beint undir bróstkertilin ella djypri undir bringuvøddan. Sí nærri á upplýsingasíðu um bróstaøkingar.
Bróstalyfting tekur vanliga tveir til tríggjar og ein hálvan tíma. Viðrakning tekur ein til tveir tímar og er undir tilsjón av narkosulækna og royndum sjúkrarøktarfrøðingum.
Bróstalyfting er ein skurðviðgerð, sum krevur narkosu, og tí er neyðugt at rokna við tveimum til trimum tímum til viðrakning eftir skurðviðgerð. Eftir viðrakningina er hugsandi, at tú hevur pínu í skurðinum og sárunum, men hóskandi pínustillandi heilivágur verður nýttur til at linna pínuna. Týdningarmikið er, at avvarðandi ella vinur kemur eftir sjúklingi, sum hevur fingið bróstalyfting.
Við útskriving verður sett plástur á skurðin og umvav verður bundið uttan um bróstini. Umvavið verður skift eftir 1-3 døgum.
Tað er týdningarmikið at hvíla seg nógv og taka sær av løttum tær fyrstu tvær vikurnar eftir skurðviðgerðina, meðan sárini grógva. Flestar kvinnur, sum fáa eina bróstalyfting, kunnu fara aftur til arbeiðis eftir fýra vikum.
Fyrstu fýra til fimm vikurnar eftir skurðviðgerðina eigur tú at lata vera við at leggja ov nógv fyri, taka tung tøk ella íðka krevjandi likamsvenjing. Seks vikur eftir skurðviðgerðina eigur tú at vera komin heilt fyri teg, og tú kanst t.d. fara til likamsvenjing, svimjing ella aðra venjing.
Hugsandi er, at tú verður nøgd við skurðviðgerðina, um grundgevingarnar eru í lagi og tú ert greið um møguliga úrslitið. Skurðlæknin leggur seg eftir at fjala arrini, men her má havast í huga, at bróstalyfting setur eftir seg varandi arr. Eftir nøkrum árum blikna arrini og verða at enda ein bleik ójøvn strika.
At bøta um bróstini við bróstalyfting er ein skurðviðgerð, sum kvinnur samanumtikið eru serstakliga væl nøgdar við, hóast omannevndu hjáárin. Sum heild heldur skurðviðgerðin longur, um pútur verða settar í bróstini samstundis við bróstalyftingina.