Elieser Olsen

Yvirlækni

Serlækni í kirurgi og plastikkirurgi

Vís meira

Útbúgvin Lækni frá Odense Uniersitetssjúkrahúsi í 1981. Turnusútbúgving í Føroyska heilsuverkinum. Hjálparlækni hálvt ár í Kalix, Svøríki. Arbeitt innan kirurgi í samanlagt 6 ár í Svøríki.

 

Serlækni í kirurgi og plastikkirurgi frá Umeå Universitetssjúkrahúsi í 1993.

 

Virkað sum yvirlækni í kirurgi á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum í fleiri ár og settur yvirlækni í plastikkirurgi á Sentralsykehuset i Telemark í Noregi í 1996. Seinni aftur yvirlækni í kirurgi á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðsøkið almen plastikkirurgi, serliga sár og húðkrabbaviðgerð umframt bróstkirurgi.

 

Hevur sostatt starvast – umframt í Føroyum – bæði í Svøríki, Noregi og Danmark.

 

Setti á stovn klinikkina Artharmonia í 2007 saman við útlendskum samstarvsfeløgum.

 

Arbeitt partvís sum serlækni plastikkirurgi í Trondheim í Noregi 2008-2012. Umframt arbeiði sum yvirlæknakonsulentur í plastikkirurgi í Danmark.

 

Í tíðarskeiðum somuleiðis arbeitt á øllum trimum føroysku sjúkrahúsunum.

 

Hans Jákup Simonsen

Yvirlækni

Serlækni í anæstesi og intensiv medicin

Vís meira

Økini umfata doyving, intensiv viðgerð, ambulancutænastu o.s.fr.

 

Útúgvin lækni frá Odense Universiteti 1979. Starvast sum lækni á Odense Universietsjúkrahúsi 1979-1987. Útbúgvin serlækni sama stað í 1987. Seinni settur sum serlækni á Svendborg sjúkrahúsi 1987-1989 og Odense Universitetssjúkrahúsi 1989-1991.

 

Settur á Klaksvíkar sjúkrahúsi sum yvirlækni í anæstesi 1991-1992, har hann setti í verk intensiva deild og viðgerðartilboð í hesum sambandi.

 

Settur sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum juli 1992.

 

Hálvt ár virkað sum serlækni í Odense 2008-2009.

 

Hans Jákup hevur arbeitt á Artharmonia síðani virksemið byrjaði. Hevur drúgvar royndir sum leiðari innan fakøkið, og somuleiðis verið ráðgevi viðvíkjandi serviðgerð innan intensiva økið.

 

Umframt arbeiði á sjúkrahúsum, hevur hann undirvíst og arbeitt við sjúkraflutningi og intensivari viðgerð á landi , sjógvi og tyrlutænastu.

Theodor Høgagarð

Yvirlækni

Serlækni í anæstesi og pínuviðgerð

Vís meira

Útbúgvin lækni frá Københavns Universitet og eftir turnus í Roskilde, hevur hann haft kursusstarv á Ríkissjúkrahúsinum og Hvidovre Hospital. Serlækni í Anæstesi í 2006.

 

Yvirlækni á Landssjúkrahúsinum til og við 2009 og síðani serlækni á Næstved Sygehus við deilfunktión í palliatión, samstundis sum hann tók norðurlendsku post-serútbúgvingina í pínuviðgerð, NEAPM (Nordic Education in Advanced Pain Medicine). Síðani apríl 2013 yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum. Seinni yvirlækni á Valdemar, Ringsted.

 

Í vesturheiminum hava umleið 16% av fólkinum omanfyri 18 ár kroniska pínu. Flestu av teimum kunnu viðgerast av egnum lækna ella serlækna, men alsamt fleiri hava brúk fyri serkunnleika innan pínuviðgerð og bíðitíðin til pínuklinikkirnar er sostatt sera long, -serliga til tvørfakligu klinikkirnar.

 

Theodor er ein av teimum fáu føroysku læknunum, sum hevur starvast á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum og er nú settur sum yvirlækni í anæstesi og pínuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Síðani Artharmonia byrjaði sítt virksemi hevur hann eisini javnan arbeitt her.

Torgerð Hentze Eliesersdóttir

Lækni

Autoriseraður lækni síðan septembur 2018.

Vís meira

Lokið læknaprógv frá PUM – Pomeranian Medical University, Szczecin í juni 2017.

 

KBU lækni á Landssjúkrahúsinum frá sep. 2017- aug. 2018.

 

Hjálparlækni á skurðdeildini, Landssjúkrahúsið, síðan septembur 2018.

 

Hevur arbeitt á Artharmonia javnan.

Marjun Samuelsen

Sjúkrarøktarfrøðingur, B.Sc.

Úbúgvin í 1988

Vís meira

88-89 Centraloperationsgangen, Hvidovre Hospital. Herav 1-ára introduktión í sergreinum: Almen kirurgi, ortopædi, gynækologi og urologi.

 

 

Síðan 1990 í starvi á Skurðgongdini, Landssjúkrahúsið umframt vikarur á øðrum sjúkrahúsum.

 

 

Í fleiri ár arbeitt hjá ARTHARMONIA við ábyrgd fyri sjúkrarøktini á skurðøkinum.

 

Gunnleyg Skaale

Sjúkrarøktarfrøðingur

Útbúgvin í 1993

Vís meira

1993 Dialysudeild í Holstebro.
1993-2000 B8/Intensitv, Landssjúkrahúsið.
2002 Anæstesi sjúkrarøktarfrøðingur.

 

Starvast á Anæstesideildini á Landssjúkrahúsinum og sum vikarur í Noregi.

 

Í fleiri ár arbeitt hjá ARTHARMONIA við ábyrgd fyri sjúkrarøkntini á anæstesiøkinum.

Myndir av læknastovuni