Spurningar og svar

Hvør er munurin millum eina lýtisskurðviðgerð og eina fríðkanarskurðviðgerð?

Lýtisskurðviðgerðir verða gjørdar til at bøta um støðu, ið er íkomin av sárum, bruna ella brekum, sum eru avleiðingar av skaða og løstum av ymsum slagi, t.d. til at grøða bruna, legu- ella leggjarsár og til at fáa í rættlag fylgjur av slíkum sárum. Harumframt verða lýtisskurðviðgerðir gjørdar til at bøta um viðfødd brek av ymsum slagi. Lýtisskurðviðgerðir verða eisini gjørdar fyri at endurskapa bróst hjá kvinnum, sum hava mist bróstið av krabbasjúku. Fríðkanarskurðviðgerðir verða gjørdar við tí endamáli at fríðka ella bøta um útsjónd ella fyri at fáa yngri útsjónd. Tey, sum leita sær slíka skurðviðgerð, verða ikki mett at vera sjúk og bera ikki tekin um sár ella løst. Dømi um fríðkanarskurðviðgerðir eru andlitslyfting, skurðviðgerð av eygnalokum, bróstaøking o.s.fr.

Kunnu øll fáa eina lýtis- ella fríðkanarskurðviðgerð?

Einstaklingar, ið eru sjúkir ella hava fingið brek eftir sjúku sum til dømis krabbameini, ella einstaklingar, sum stríðast við avleiðingar av skaða, løsti ella sjúku, hava ofta fyri neyðini at fáa eina lýtisskurðviðgerð. Oftast er tørvurin á eini slíkari skurðviðgerð rættiliga eyðsýndur, og er hon sum oftast partur av heildarviðgerðini, ið sjúklingurin fær. Hinvegin eru fríðkanarskurðviðgerðir bundnar at tí einstaka og ikki altíð eins eyðsýndar. Nógv fólk kunnu kortini hava fyrimunir av fríðkanarskurðviðgerðum, serliga um trupulleikin, sum skal viðgerast, er væl lýstur og avmarkaður.

Hvussu er best at fyrireika seg til eina skurðviðgerð?

Tá ið skurðlæknin hevur gjøgnumgingið trupulleikan saman við tær, og støða er tikin til skurðviðgerðina, skal hann geva tær leiðbeining um, hvussu tú fyrireikar teg til hana. Tosað verður um, um tú eigur at fasta undan skurðviðgerðini, um royking og rúsdrekkanýtslu, og tú fært ráðgeving viðvíkjandi kosti og upplýsingar um heilivágsnýtslu. Tað er sum heild gott at vera væl hvíldur og vera væl fyri likamliga, tá ið ein skal undir skurð.

Hvussu verður fyrstu dagarnar eftir skurðviðgerðina?

Eftir skurðviðgerðina skal skurðlæknin hava tilsjón við tær nakrar ferðir, alt eftir hvat slag av skurðviðgerð tað er og hvussu stór skurðviðgerðin er. Eisini verður avtalað, hvussu samband kann fáast við læknan, um nakað óvæntað skuldi tikið seg upp.

Hví skulu tey, sum skulu hava plastiska skurðviðgerð, ikki roykja undan og eftir skurðviðgerðina?

Roykjarar verða sum heild bidnir um at gevast at roykja í tvær vikur undan skurðviðgerðini og ikki byrja aftur fyrr enn eina viku eftir skurðviðgerðina. Orsøkin er, at royking tarnar og órógvar grøðingina. Harumframt er tað ein royndur lutur, at trupulleikar í sambandi við skurðviðgerðir koma oftari fyri hjá roykjarum.

Hvar fara plastiskar skurðviðgerðir fram?

Skurðviðgerðirnar fara fram á læknastovuni, sum liggur á Hoydalsvegi 36 í Tórshavn.

Er pínudoyvíngin dygg, meðan skurðviðgerðin fer fram?

Skurðviðgerðir fara annaðhvørt fram í narkosu, við staðdoyving ella á einum millumstigi millum hesar báðar pínudoyvandi viðgerðir. Í hesum førum snýr tað seg um doyving við at geva inn døsingarevni. Pínudoyvandi viðgerð veldst lutvíst um, hvussu umfatandi skurðviðgerðin er, aldurin á sjúklinginum og ymisk onnur viðurskifti. Stundum verður gjørt eftir ynski hjá sjúklinginum, hvør viðgerð verður nýtt. Avgerð verður vanliga tikin um hetta í viðtali nakrar dagar ella vikur undan skurðviðgerðini.

Hvør hevur tilsjón í sambandi við doyving og viðrakning?

Bert narkosulæknar og sjúkrarøktarfrøðingar hava doyvingina um hendur. Tilsjón í viðrakning taka sjúkrarøktarfrøðingar og læknar sær av í felag.

Kunnu nakrir trupulleikar stinga seg upp í sambandi við fríðkanarskurðviðgerðir?

Hvørjir trupulleikar og tilsløg, sum kunnu stinga seg upp, veldst sjálvandi um, hvør skurðviðgerð tað snýr seg um. Felags fyri flestar slíkar skurðviðgerðir er tó, at í flestum førum verður eitt lítið arr á minni ella meiri sjónligum staði. Alt verður tó gjørt fyri, at arrið verður so lítið sjónskt sum møguligt. Harumframt er eisini ymist hjá fólki, hvussu arr myndast. Vandi fyri bløðing og bruna er eftir allar skurðviðgerðir í ymsan mun, alt eftir slag og stødd á skurðviðgerðini. Í summum førum kunnu eisini koma bráðfeingis trupulleikar eftir narkosuna, so sum vaml, svimbul o.tíl. Fyri at minka um vandan fyri, at trupulleikar taka seg upp, er týdningarmikið at gera eftir ráðum skurðlæknans og taka inn tann heilivág, sum hann mælir til.

Hvussu verða avgerðirnar um stødd á bróstpútum tiknar?

Fyri at avgera stødd á bróstpútum verður hædd, tyngd og vakstrarlag mált. Undan skurðviðgerðini sleppa kvinnur at máta púturnar innan fyri klæðini fyri at fáa greiðu á, hvør stødd hóskar til teirra. Gjørt verður eftir ynski hjá kvinnunum um stødd, um so er, at tað er innan fyri rímiligt mark.

Er tað vanligt, at arrini eru sjónlig eftir skurðviðgerð?

Allar skurðviðgerðir hava við sær arr. Í nógvum førum er kortini møguligt at seta arrini á eitt lítið ásýniligt stað ella eisini seta tey soleiðis fyri, at tey als ikki síggjast. Alt verður gjørt fyri at fáa arrrini at vera so lítið sjónsk sum møguligt. Útsjóndin á arrunum stendst kortini als ikki bert av tí tøkni, sum nýtt verður, men í ein stóran mun av, hvussu sjúklingurin myndar arr. Summi mynda snøgg og lítið ásýnilig arr, og onnur mynda grovari og tjykkri arr og einstøk fáa tjúkkan arrvevnað. Sostatt er ógjørligt at siga nakað frammanundan um útsjóndina á arrunum hjá tí einstaka. Útsjóndin á arrunum kann í flestum førum bøtast seinni, um tað er neyðugt, við ymsum ráðum.

Hvussu leingi skal eg hava penturnar í?

Í mongum førum verður seymað við pentum, sum loysast upp av sær sjálvum, og tí er ikki neyðugt at taka penturnar úr. Í staðin verða ofta nýtt serstøk plástur til at styðja skurðin í eina ávísa tíð eftir skurðviðgerðina. Verður seymað í andlitið við pentum, sum mugu takast úr, verða penturnar sum heild tiknar úr fimm til átta dagar eftir skurðviðgerðina. Á buli (yvirkroppi) og útlimum mugu slíkar pentur sita longur ella eftir umstøðunum í átta til fjúrtan dagar.

Kann eg taka pínudoyvandi heilivág eftir skurðviðgerðina?

Tað er ikki ráðilig at taka pínudoyvandi heilivág, sum inniheldur aspirin – t.d. magnyl – dagarnar eftir skurðviðgerðina, tí hann tynnir blóðið og økir um vandan fyri bløðing og vandan fyri, at húðin gerst bláliga mislitt. Tí er best at hjálpast við annan pínudoyvandi heilivág, sum ikki tynnir blóðið, t.d. parasetamol (panodil).

Hvussu langa tíð tekur tað at koma fyri seg eftir skurðviðgerð?

Hvussu drúgt tað er at koma fyri seg, veldst um hvussu stór og umfatandi skurðviðgerðin er og um likamligu støðuna hjá sjúklinginum. Tað kann tí vera frá nøkrum døgum upp í nakrar vikur, alt eftir hvat slag av skurðviðgerð tað snýr seg um og hvussu umfatandi hon er.