Hví ynskja fólk plastiska skurðviðgerð?

Orsakirnar til at einstaklingur tekur avgerð um at fáa eina lýtis- og/ella eina fríðkanarskurðviðgerð kunnu vera nógvar, alt frá onkrum smávegis, ið ampar útsjóndina, til størri lýti, ið skemma útsjóndina rættiliga nógv. Hvaðan lýtið stavar kann eisini vera ymiskt, alt frá viðføddum breki til avleiðingar av óhappi ella sjúku. Tað, sum er felags, er, at lýtið býður einum ímóti og hevur ávirkan á sjálvsálit og sjálvsmynd. Ofta kann sjúklingurin halda okkurt lýti vera til stóran ampa, sum onnur vanliga ikki fata sum brek. Í aðrar mátar kunnu vera nógv lýti, bæði stór og smá, ið eru av slíkum slag, at sjúklingurin hevur alla orsøk at leita til lækna. Í hesum førum skal læknin hjálpa sjúklinginum við at seta eitt realistiskt og frøðiligt met á lýtið og týdningin, ið tað hevur fyri sjúklingin. Í teimum førum, har ið slík felags met hava við sær skurðviðgerð, er tað sum oftast til bata fyri sjúklingin.

 

Við hesari heimasíðu vil Artharmonia veita upplýsingar um týdningarmestu skurðviðgerðir, sum plastiskir skurðlæknar vanliga gera. Um tú heldur, at tú hevur orsøk til at leita til plastiskan skurðlækna, er fyrsta stigið at kanna teir møguleikar fyri skurðviðgerðum, sum henda heimasíða vísir á. Síðan skalt tú lesa spurningar og svar væl og virðiliga og meta realistiskt um tín trupulleika út frá hesum frágreiðingum.

 

Um tú kemur til ta niðurstøðu, at ein skurðviðgerð hevði gagnað tær, er rætt at kunna seg við allar tættir í skurðviðgerðini og hugsa væl og virðiliga um teir – fyrireiking, framferðarhátt, váða, tíðina, sum skurðviðgerðin tekur og harumframt at fáa greiðu á, hvussu langa tíð tað tekur at koma heilt fyri seg. Tað er týdningarmikið at hava allar tættir í gjøgnumgongdini í huga fyri at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt.

Næsta stigið

Næsta stigið er at biðja um tíð hjá plastiskum skurðlækna. Áðrenn tú kemur til viðtalu, skalt tú væl og virðiliga fyrireika teg til at greiða frá, hvussu lýtið er háttað og hví tú metir, at ein skurðviðgerð fer at bøta um støðu tína. Stundum er hetta stig einfalt og eyðsýnt, men stundum kann tað vera rættiliga persónligt og fjalt fyri øðrum. Sera týdningarmikið er tó, at støða tín er greið, og at fortreytirnar og grundgevingin fyriliggja, tá ið viðtalið er.

Ábyrgd

Virksemi okkara er sambært teimum reglum, sum Styrelsen for Patientsikkerhed hevur ásett fyri virksemi hjá heilsustarvsfólki á viðgerðarstovnum. Landslæknin í Føroyum umboðar henda mynduleika, og er hann heilsueftirlitsmynduleikin her á landi. Sí Landslæknin.